Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2026 07:16

Veðrið: Týsdagin 24. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Í kvøld dregur á luftina og sum frá líður er samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið og regn. Hitin 5 til 10 stig.

Sólarris: 09:03 Sólsetur: 15:22