Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2026 11:40

Útbygging av vatnverkinum í Lamba

Runavíkar kommuna

Tørvurin á vatni til húsarhald og vinnu er alsamt vaksandi, samstundis sum tørvur eisini er á regluligum viðlíkahaldi av verandi skipan.

Vatnverkið í Lamba stendur nú fyri tørni, og ætlanin er at endurnýggja og dagføra verandi brunnar, eins og rør og ventilar skula endurnýggjast.

Fyri at tryggja vatnveitingina, meðan arbeiðið fer fram, er neyðugt at gera ein nýggjan brunn frammanundan. Nýggi brunnurin verður eisini ein varandi partur av vatnveitingini frameftir.

Arbeiðið við at gera lendið klárt til nýggja brunnin, vestan fyri verandi brunnar, er nú farið í gongd.

Í hesum sambandi kann roknast við nakað av óljóði frá brekking og tungari ferðslu, meðan arbeitt verður.  

Ætlandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið september/oktober.