Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2024 17:54

Úrslit frá VFF Cup í dag

Árni Nóa Atlason, ein av málskjúttunum í Gundadali í dag (Mynd: Eysturoyarportalurin)

5 venjingardystir vóru á skránni í VFF Cup í dag.

EB/Streymur – B36

Á Tórsvølli tók B36 ímóti EB/Streymi. Hóast sundalagsmenn áttu heimavøll, so var dysturin fluttur vegna veður.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Filip Djordjevic javnaði í seinna hálvleiki eftir at fyrrvernandi EB/Streyma-leikarin, Gutti Dahl-Olsen, hevði lagt B36 á odda tíðliga í fyrra hálvleiki.

Leiktíðin var 2 x 40 minuttir.

HB – Víkingur

Í Gundadali møttust HB og Víkingur. Og sigast má, at havnamenn blivu flongdir bæði reyðir og svartir. Úrslitið gjørdist heili 0-7 til ljósabláa liðið úr Eysturkommunu.

Málini hjá Víkingi skoraði Arnbjørn Svensson (2), Jørgen Nielsen, Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason, Jonatan Lervig, Jákup Martin Jarnskor.

07 Vestur -B68

Á Valloyru í Sandavági vann B68 1-0 á 07 Vestur. Einsamalla málið skeyt Hjarnar Johansen í 73 minutti.

Skála – ÍF

Undir Mýruhjalla á Skála vann heimaliðið ein málríkan 3-2 sigur á fuglfirðingum. Tað var annars ÍF sum kom sera væl frá byrjan og legði seg á odda 2-0 við málum frá Dánjal á Lakjuni, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Men í seinna hálvleiki svaraði Skálamenn aftur, og skoraðu 3 mál uppá 12 minuttir og vunnu tískil dystin 3-2. Málini hjá skálamonnum skutu Carlos Ferreira, Karl Martin Johansen og Jan Hansen.

AB – NSÍ

Vegna veður var dysturin, sum eftir ætlan skuldi verða leiktur á Argjum millum AB og NSÍ, fluttur til Havnar og á Tórsvøll.

Í 23 minuttir legði afturvendi Klæmint A. Olsen teir gulu á odda. Petur Knudsen, sum enn er sáttmálaleysur, økti í 36 minutti til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Nýinnkeypti, Jasper Van Der Heyden økti til 3-0 í 55 minutti, meðan Betuel Hansen setti punktum í 60 minutti til endaliga úrslitið 4-0.

Kelda: Faroesoccer/Dystir.fo