Tað vóru tríggjir dystir leiktir í 3. umfarið av VFF Cup hjá monnum hetta vikuskifti.
Seinasti dystirnir vera leiktir í kvøld, tá ið EB/streymur tekur ímóti 07 Vestur og Skála og B68 møtast undir Mýruhjalla. Báðir dystir byrja kl. 18.30.
NSÍ – HB
Fyrsti dysturin hetta umfarið var longu fríggjakvøldið, tá ið eitt vælupplagt NSÍ tók ímóti HB við Løkin.
NSÍ vann dystin 2-0, við frá málum frá einum av nýggjum leikarunum, Adi Terzic og heimafturvendi Klæminti A. Olsen. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Sigurin hjá teimum gulu kundi tó verið størri, um neyvleikin bert var eitt vet størri.
Víkingur – AB
Víkingur vísti enn einaferð stórform, tá ið teir leygardagin vundu burturúr AB og argjamonnum. Dysturin endaði við stórsigri 7-0. Ein sigur sum kundi verið væl størri um illa vildi til.
Veteranurin, og toppskjúttin í Betri deildini seinasta kappingarár, Sølvi Vatnhamar, skeyt 3 av málinum, meðan Poul Kallsberg, Géza Dávid Turi, Jørgen Nielsen skutu hinin meðan eitt var sjálvmál. Seinastu tríggjar dystirnar hevur Víkingur víst lítla náði og vunnið stórsigrar: 7-0 (AB), 7-0 (HB) og 9-0 (EB/Streymur).
ÍF – B36
Dysturin skuldi upprunaliga verða leiktur í Fløtugerði, men var fluttur til Havnar, á Tórsvøll, vegna ring spælilíkindi í Fuglafirði. Um hetta var orsøkin skal ikki vera sagt.
Men fuglfirðingar fingu veruliga oyrini í maskinina. B36 vísti onga náði og vann ein lættar stórsigur á heili 0-6, har ein Hannis Agnarsson skeyt 3 av málinum fyri B36.
Deil á Facebook