Tá ið dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, sunnudagin, bríkslar Betri deildar dystin hjá monnum í gongd millum Víking og NSÍ í Sarpugerði, standa eigarirnir á fiskavirkinum á Vaðhorn, svágrarnir báðir, Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen, hvør sínu megin vøllin.
Tað er heldur ikki uttan orsøk. Hetta er ein grannauppgerð, sum plagar at ganga hart fyri seg. Og har báðir hava sterkar røtur til hvør sítt felag.
Jógvan hevur eisini m.a. verið formaður í Sarpugerði og leikti við GÍ í síni tíð, meðan Jens Martin er ein legenda úti við Løkin, har hann m.a. var við til at vinna higartil, einasta FM-heitið til felagið.
Men tað heldur sjálvsama hjá svágrarnir báðum hesuferð er, ikki bara tað at teir arbeiða saman hvønn dag og eiga eina fyritøku saman. Men at teir sunnudagin verða argastu mótstøðumenn, tá ið synirnir hjá hjá teimum báðum, skulu dystast móti hvørjum øðrum.
Jógvan er pápi vinstrabakkin á víkingaliðnum, Bergur Gregersen, meðan Jens Martin Knudsen er pápi Petur og Aron Knudsen, sum báðir leika við NSÍ.
Og tað sum kanska er enn meira sjálvsamt, er, at allir samlir arbeiða til dagligt á fiskavirkinum Vaðhorn á Hulki á Strondum.
Við Eysturoyarportalin siga svágrarnir báðir, at teir vænta ein sera spennandi dyst við høgari leikferð, har nokk bæði liðini vilja leypa á. Teir vænta tó ein javnan, men málríkan dyst.
–Vit fingu ikki eina serliga góða byrjan við javnleikinum á TB seinasta vikuskifti. Vit hava mist nakað av fólki frá seinasta kappingarárið og tí síggi eg kanska NSÍ sum ein lítlan favorit sunnudagin, men vit mugu altíð royna at fáa 3 stig á heimavølli, sigur Jógvan við einum brosið.
– Ja, eg haldi at vit hava ein sera góðan og spennandi hóp, og haldi eg at vit gott kunnu vinna á øllum liðum í ár, eisini Víkingi. Og haldi eg samstundis, at vit avgjørt ikki skulu verða bangin at siga at vit skulu vinna FM í ár, sigur Jens Martin, avgjørdur á málinum.
Spurningurin er so bara, hvør av svágrunum, møtir til arbeiðis mánadagin við tí stóra smílinum.
Dysturin sunnudagin í Sarpugerði millum Víking og NSÍ byrjar kl. 17.00.
