Víkingur skrivar:
Í kvøld kunnu vit boða frá at vit hava gjørt sáttmála við enn ein av okkara ungu leikarum.
Talan er um 17 ára gamla Markus Højgaard úr Norðragøtu. Markus hevur longu víst seg fram á næstbesta liðnum, og hevur gjørt tað so gott, at hann nú hevur fingið sáttmála í boðið.
Tillukku við sáttmálanum Markus – vit gleða okkum at síggja meira til tín