Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2024 21:11

Ungur verjuleikari gjørt nýggjan sáttmála

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Tað er við gleði, at vit kunnu avdúka, at 18 ára gamli Ingi Arngrímsson hevur gjørt nýggjan sáttmála fram til kappingarenda 2026.

Tað henda ting og sakir aftanfyri leikpallin í hesum døgum, so fylgi við komandi dagarnir.

Ingi Arngrímsson hevur verið ein partur av Betri deildar hópinum hjá Víkingi seinastu árini og er sambært Faroesoccer skrásettur at hava leikt 5 dystir í Betri deildini og 2 dystir í steypakappingini.