Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 08:18

Ungur leikari gjørt sín fyrsta sáttmála við B68

Mynd: Jákup á Borg og Sjúrður Saltá (B68)

B68 boðar frá, at 16 ára gamli Sjúrður Saltá, hevur undirskriva ein 2 ára sáttmála við B68. Hetta er eisini hansara fyrsti sáttmáli við barndómsfelagið.

Felagið sigur á heimasíðu síni: “Sjúrður hevur í seinastuni vant við Betri liðnum, samstundis sum hann eisini hevur verið partur av síðstu dystunum hjá okkara 2.liðið.

Sjúrður er ein sera evnaríkur tekniskur spælari, sum hevir eitt gott vinstra bein. Sjúrður hevur í yngru deildum spælt á teimum meira offensivu plássunum. Men á U17 landsliðnum og í 1.deild hevur hann eisini gjørt tað væl á vinstra bakki.”

Í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá felaganum sigur Sjúrður “Eg eri sera glaður fyri at undirskriva mín fyrsta sáttmála við B68. Eg gleði meg at mennast víðari í góðu umstøðunum her í felagnum næstu 2 árini”