Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.02.2023 08:57

Ungir spírar gjørt sáttmála við NSÍ

Mynd: NSÍ

Í gjár frættist, at NSÍ hevði gjørt sáttmála við tveir ungar evnaríkar leikarar av Glyvrum. Talan er um Teitur Knudsen og Jón Petur Martinson Thomsen.

Teitur er miðvallari, meðan Jón er málverji. Báðir eru teir 17 ára gamlir og hava umboða ungdómslandsliðini hjá Føroyum á U15 og U17.

NSÍ sigur á heimasíðu síni um Teitur og Jón: “Báðir eru ætlaðir sum framtíðar leikarar í NSÍ, sum vit vænta okkum heilt nógv av”.

NSÍ hevur ofta verið kent fyri, at hava framleitt ungar og evnaríkar leikarar gjøgnum árini. Nakrir eru í núverandi hópið, aðrir eru profilar í øðrum feløgum í Føroyum, meðan nakrir leika uttanlands í løtuni.