Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2026 10:12

U17-kvinnur: Tap fyri Íslandi

Mynd: Avaphotography/HSF

Hondbóltssamband Føroya

Hóast Føroyar á fleiri hættir vóru betri í dag, í mun til í sigrinum móti Ísrael í gjár, so rakk tað ikki til ein sigur móti Íslandi í dag, sum vunnu 21-17, eftir at tær vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.

Føroyar runnu aftaná so at siga allan dystin. Føroyar fingu eina marrubyrjan og komu afturum 6-1, áðrenn liðið veruliga raknaði við. Venjararnir tóku leikbrá, og komu okkara síðani væl aftur í dystin og komu uppá javnt 6-6 eftir 17 minuttir. Liðin fylgdust ein løtu, áðrenn Ísland aftur legði seg á odda, 12-9, við steðgin.

Føroyar høvdu eina fína verju í dag, og komu málverjarnir eisini betri við í seinna hálvleiki. Tað hevði Ísland eisini, og tað vitna tey fáu málinum um. Føroyar fingur bert 4 mál fyrstu 18 minuttirnar av seinna hálvleiki. Føroyar komu ongantíð Íslandi nærri enn 2 mál í seinna hálvleiki og hóttu tí ongantíð veruliga. Ísland vann ein dyst við sera fáum málum, 21-17.

Turkaland vann hin dystin í bólkinum 28-23 móti Ísrael. Hetta merkir, at dysturin hjá Føroyum móti Turkalandi í morgin verður avgerandi um 2. plássið í bólkinum, sum eisini gevur atgongd til EM-endaspælið í summar. Atgongumerki til dystin kunnu keypast á tjarnir.fo og kann dysturin eisini síggjast á Portal Play.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Poulina á Heygum 3
Gyða Beata Djónadóttir 3
Hanna Thomsen 3 (3)
Fía Nolsøe 2 (1)
Andrea Heinadóttir 2
Karin Signhildardóttir 2
Lea Traber Olsen 1
Olivia Kristiansen 1