Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2023 09:32

Ung í arbeiði 2023

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2023. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá mánadegnum 26. juni til og við fríggjadagin 7. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2022/2023 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.

Arbeiðstíðin er frá 08.00 til 16.00, fimm dagar um vikuna.

Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tilmelding fer fram her. 

Freistin at melda til er hósdagin 15. juni 2023