Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2026 12:43

UNESCO-tilmæli um etiskar leiðreglur fyri vitlíki handað Bárði á Lakjuni

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki, har heitt verður á politisku skipanina um gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki.

Í tilráðingini frá UNESCO-nevndini verður víst á, at føroyska samfelagið, eins og øll onnur samfeløg í heiminum, stendur framman fyri stórum avbjóðingum og broytingum, og at politiska skipanin í Føroyum fer í komandi tíðum at taka støðu til spurningar, sum menningin av vitlíki hevur við sær.

Tá arbeitt verður við at menna vitlíki, er tað umráðandi, at einstaka menniskja verður sett í miðdepilin. Vitlíki hevur við sær stórar møguleikar fyri menning, men hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Tað hevur tí stóran týdning, at menniskjað er í miðdeplinum í arbeiðinum at menna vitlíki, og at tað er menniskjað, ið stýrir og hevur ábyrgd av, hvussu vitlíki verður brúkt.

Innan skúlaverkið og á hægri lærustovnunum hevur tað alstóran týdning, at vitlíki verður brúkt á skynsaman hátt og at stovnsleiðslurnar hava leiðreglur at ganga eftir. Eisini hevur tað alstóran týdning, at rættindini hjá høvundum, tónleikarum og øðrum listafólkum verða vird, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. 

Í tilráðingini verður víst á, at næmingar í bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum, lesandi á hægri lærustovnum og fólk á arbeiðsmarknaðinum eiga at fáa útbúgving ella tilboð um undirvísing, sum ger tey før fyri at brúka vitlíki sum amboð, og at almenna vitanin um vitlíki verður styrkt. Í arbeiðinum at menna vitlíki mugu rættindi hjá listafólkum til verk og avrik virðast.

Tað er altavgerandi, at fólk hava innlit í, hvussu vítlíki verður brúkt, og at fólk vita, um vitlíki verður brúkt í samskiftinum við tey, sigur Bergur Djurhuus  Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, sum handaði landsstýrismanninum tilráðingina frá UNESCO-nevndini.

Virkisøkið hjá UNESCO er millumtjóða samstarv innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.


Føroyska UNESCO-nevndin, sum virkar sum bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan virkisøkini, hevur á fundi við landsstýrismannin í mentamálum kunnað um virksemið hjá nevndini og um ætlanirnar, sum liggja fyri framman – eitt nú varðveiting av føroyskum bátasmíði, møguliga UNESCO-tilnevning av eini geopark og tilráðing um etikk í vitlíki. Harafturat varð kunnað um samstarvið við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku.

Á myndini: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya og limur í Føroysku UNESCO-nevndini, handar landsstýrismanni í mentamálum, Bárði á Lakjuni, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki.
Á myndini: Landsstýrismaðurin saman við UNESCO-nevndini. Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni, og Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya. Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð í nevndini, hevði forfall.

UNESCO-nevndin

Endamálið við føroysku UNESCO-nevndini er at vera bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti og at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum. UNESCO-nevndin ráðgevur Føroya Landsstýri í UNESCO-málum. 

Í føroysku UNESCO-nevndini eru

  • Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður
  • Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum
  • Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya
  • Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
  • Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya
  • Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni og
  • Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð

Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Mentamálaráðnum. Armgarð Weihe, fulltrúi, er aðalskrivari.