Løgmálaráðið
Í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik í Runavíkar kommunu á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um, at svikað varð við einum atkvøðuseðli, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í nývalda býráðnum í Runavíkar kommunu.
Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar nú hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.
Við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.
Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026.
Bara teir persónar í Runavíkar kommunu, sum høvdu valrætt tann 12. november 2024, tá nú ógilta valið fór fram, kunnu velja við umvali.
Sambært § 25 í kommunuvallógini er mannagongdin hin sama við umval sum við fyrra valið. Hetta merkir, at umvalið verður hildið við støði í teimum valevnislistum, sum vórðu latnir inn til tað upprunaliga valið.
Sambært § 26, stk. 2 í kommunuvallógini skal núverandi býráð halda fram, til umval hevur verið og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.
Les eisini: Rokmikil býráðsfundur: Nú liggur málið hjá donsku løgregluni
Les eisini: Útskrift frá rokmikla býráðsfundurin á Glyvrum
