Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2024 13:14

Umhvørvisgóðkenning til Sp/f Eldjarn á Skála til at handfara og goyma jarn og metal

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan hevur givið Sp/F Eldjarn umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlað virksemi at handfara og goyma jarn og metal á matr. nr. 258 á Skála. Loyvi er lati við heimild í §§ 26, 29 og 36, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 , um umhvørvisvernd og §1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 , um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, við seinni broytingum.

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Sp/f Eldjarn um ætlaða virksemið á økinum á Skála, sum liggur í D 21– økið, sum er tilskilað til havnaendamál í byggisamtykt fyri Skála.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 23. desember 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us@us.fo

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Les meira um at kæra her.

Leinki til umhvørvisgóðkenningina hjá Sp/f Eldjarn til at handfara og goyma jarn og metal á Skála:

Umhvørvisgóðkenning

Kunngerð um umhvørvisgóðkenning