Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2024 12:57

Ultramarine til Funnings 2. mai

Runavíkar Havn

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai. Talan er um ferðamannaskipið Ultramarine frá reiðarínum Quark Expeditions sum hevur umleið 110 ferðafólk umborð. Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum.

Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, eru sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við bygdafólkinum í Funningi við at menna ein sosialt burðardyggan leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Funningi.

Ultramarine varð liðugt bygt í 2021 og er 128 metrar langt. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.