Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2026 08:47

Ukrainskur leikstjóri um Stalin

Filmsfelagið

Vit eru í Sovjetsamveldinum í 1937, har ein ungur og nýliga tilnevndur ákæri sær eitt bræv, sum av onkrari orsøk ikki er brent, hóast fangin, ið skrivar, avdúkar kurruptión, svik og mutur í loyniløgregluni NKVD. Leitanini hjá ákæranum eftir rætta sannleikanum verður vandaferðin, ið ber søguna. 

– A terrifying parable of bureaucratic evil, sum okkara yndisummælari, Peter Bradshaw, sigur í fimm stjørnaðum ummæli.

Filmurin byggir á søgu hjá Gulag yvirlivaranum, Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Sergei Loznitsa (f.1964) hevur skrivað handrit og leikstjórnað í eini altjóð framleiðslu á ukrainskum, russiskum og enskum í Lettlandi. Hann er av ukrainskari og hvítarussiskari ætt, men føddur og útbúgvin í gamla Sovjet, vaks upp í Kiev og hevur gjørt 21 heimildarfilmar og fýra spælifilmar. 

Tá hann í 2010 vísti fyrsta spælifilmin í kapping í Cannes, “My Joy”, segði hann við pressuna: “I wanted to create a love story, but as often happens with Russians, regardless of the project, you end up with a Kalashnikov.”

Loznitsa tók seg úr evropeiska filmakademinum, EFA, tá tey eftir russisku innrásina í 2022 ikki vildu kalla atsóknina kríggj – to call a war a war, to condemn barbarity and voice your protest, sum Screen Daily endurgav hann fyri at siga.

Í fimm stjørnaðum ummæli, sigur Morten Kildebæk í Soundvenue: “I sin fængslende nye film skildrer den ukrainske auteur Sergei Loznitsa Stalins Sovjetunionen som en klaustrofobisk og mareridtsagtig labyrint – designet til at fare vild og forsvinde i.”

Mikudagin visa vit hann í Filmsfelagnum. Kom við!

Filmsfelagið 9/9 kl 20:00 Tveir ákærar (Zwei Staatsanwälte, Sergei Loznitsa 2025 118min)

Spjaldur