Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2026 13:58

Fleiri bústaðir og nýggj hondbóltshøll á Strondum

Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Mynd: Eyp.fo

Sjóvar kommuna arbeiðir við fleiri verkætlanum, sum skulu geva pláss fyri fleiri íbúgvum og betri umstøður til ítróttin.

Hans Anders Jacobsen, er borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at nógv virksemið er í kommununi í løtuni.

Hann greiður m.a. frá, at talan er um eina nýggja útstykking við 10 grundstykkjum við Nónvarða, eina verkætlan við 56 búeindum á Lághálsi og eina nýggja hondbóltshøll á Strondum.

Útbyggingarnar koma í einum tíðarskeiði við stórum fólkavøkstri. Í august í ár búðu 1.346 fólk í Sjóvar kommunu, 77 fleiri enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 6,1 prosent, sum var størsti lutfalsligi fólkavøksturin millum kommunurnar við Skálafjørðin.

Nýggja útstykkingin við Nónvarða liggur niðanfyri verandi vegin og er ætlað til sethús. Sambært borgarstjóranum skulu tey 10 nýggju grundstykkini økja um møguleikarnar hjá fólki at byggja og seta búgv á Strondum.

Afturat sethúsagrundstykkjunum kemur bústaðarverkætlanin á Lághálsi við 56 búeindum. Hans Anders Jacobsen greiður frá, at hon verður ein týðandi partur av víðari bústaðarmenningini á Strondum. Økið liggur omanfyri fiskastykkini, og kommunan hevur í eina tíð arbeitt við byggisamtykt og útboði. Í august vóru uppskot komin inn, og Tøkni- og vinnunevndin hjá kommununi mælti til at taka av fyriliggjandi tilboði og leggja málið fyri kommunustýrið.

Eisini ætlanin um eina nýggja hondbóltshøll á Strondum er komin eitt stig víðari. Hetta hevur verið eitt stórt ynski og dreymur millum standingar í langa tíð. Nakað sum nú sær út til at blíva veruleiki.

Borgarstjórin vísir á týdningin av at skapa betri karmar um ítróttin samstundis sum kommunan veksur.

Høllin skal bøta um umstøðurnar hjá StÍF og geva meira pláss til venjing og virksemi. Á kommunustýrisfundinum 24. september í ár varð byggiskráin góðkend, og samtykt varð at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión.

Hans Anders Jacobsen tók við sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu eftir kommunuvalið í 2024, tá hann varð fyrstvaldur við 75 persónligum atkvøðum. Hann tók við eftir Artur Johansen, sum nú er varaborgarstjóri.

Tá Hans Anders Jacobsen varð valdur, segði hann, at hann ætlaði at halda fram við góða leistinum, sum hevði verið í kommununi.