Í dag vitjaði Ukrainski sendiharrin í Danmark, Vydoinyk Mykhailo á Bakkafrost, har hann fekk kunning um virksemið á Glyvrum.
Á vitjanini nýtti hann eisini høvið at hitta fimm ukrainar sum arbeiða á virkinum. Fýra av teimum vóru noyddir at flýggja úr Ukraina og til Føroya orsakað av krígnum.
Á myndini síggjast sendiharrin saman við Mykola Strilets, Alona Kurchii, Inna Novikova, Victoria Dakhno og Miroslava Klein sum øll arbeiða hjá Bakkafrost.
Á Bakkafrost arbeiða í dag stravsfólk úr umleið 30 londum.