Runavíkingurin í B68, Jørgen Nielsen, gjørdi í dag eitt reint hat-trick, tá ið hann saman við liðfelagunum á føroyska U21 landsliðnum, vunnu ein flottan 3-2 sigur á Hvítarusslandi á uttanveltaðum vølli niðri í hitanum í Armenia.
Føroyar komu á odda 3-0. Fyrsta føroyska málið kom eftir gott forarbeiði frá høgrabakkinum Signar á Brúnni, sum legði eitt gott innlegg beint í høvdið á Jørgen, sum bara skuldi seta høvdið á. Hetta var í 35. minutti. Hálvleiksstøðan var eisini 1-0 til Føroyar.
Beint eftir steðgin gjørdi Jørgen tað til 2-0, áðrenn hann í 59. minutti skeyt eitt framskúrskarandi langskot úr eini 35 metrum upp í málhornið og eisini reint hat-trick.
Hvítarussland legði eitt tungt trýst á mest sum allan dystin, og móti endanum gjørdist tað eisini ið so spennandi, tá ið teir beint áðrenn dystarenda minkaðu til munin 3-2 .
Men føroysku garparnir hildu fast um leiðsluna, og vunnu ein flottan 3-2 útisigur á favorittinum.
Deil á Facebook