Hondbóltssamband Føroya
Hóast Føroyar vunnu seinna hálvleik, so var avrikið í fyrra hálvleiki misjavnt, og taptu okkara 29-25 fyri Tunesia, eftir at Tunesia var frammanfyri 15-10 í hálvleikinum. Føroyar enda sannlíkt frammanfyri Tunesia allíkavæl og koma at spæla um hægri plasering.
Føroyar høvdu avbjóðingar í fyrra hálvleiki við nógvum feilavleveringum, tekniskum villum og brendum skotum. Skotnyttan lá niðri á 56% og var ikki rættiligur samanhangur í álopsspælinum. Tær tunesisku vóru dugnaligar til at lyfta á bakkunum, at blitsa og fangaðu nógvar bóltar. Ró Reginsdóttir var ikki á vøllinum í dag, eftir at hon fekk ein skaða í dystinum í gjár. Tað er tíverri ivasamt um kviki spælskiparin spælir aftur í kappingini. Stranga dómaralijnan gjørdi eisini at Føroyar fingu nógvar útvísingar í fyrrahálvleiki, 4 í tali. Tunesia gjørdi sær dælt av hesum, sýndu stabilari spæl og øktu tær so líðandi og vóru frammanfyri 15-10 við steðgin.
Hóast betri glið kom á føroyska álopið í seinna hálvleiki, har okkara gjørdu 15 mál, í mun til bert 10 mál í fyrra hálvleiki, so vóru okkara ikki nóg kaldar í avgerandi løtunum. Gylta á Neystabø nærum stongdi málið seinastu 15 minuttirnar, men gjørdist munurin ongantíð minni enn trý mál. Tunesia vann dystin 29-25.
Hóast tap í dag, so enda Føroyar sannlíkt frammanfyri Tunesia við betri málúrtøku og koma tískil at spæla um hægri plasering. Seinni í dag verður greitt hvørjum Føroyar møta í plaseringsdystinum í ovurmorgin.
Dystargongdin Tunesia – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 5-3
15 min. 7-4
20 min. 9-6
25 min. 11-7
30 min. 15-10
35 min. 19-12
40 min. 23-16
45 min. 24-18
50 min. 25-20
55 min. 26-22
60 min. 29-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4)
Rakul Borgarlíð Joensen 4 (1)
Joan Johannesen 3
Lív Rouch Ísfeld 3
Helena Dahl Magnusardóttir 3
Rakul Christiansen 2
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
Agatha Djurhuus 1
Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 50 min. 10 bjargingar, 36%
Maria Beder 10 min. 1 bjargingar, 13%
