Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2026 19:12

U18-menn: Endaðu nr. 16

Mynd: Nikola Cimburovic

Hondbóltssamband Føroya

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Føroyska liðið tóktist hugsavnað frá byrjan. Tað gekk væl at fáa mál, og vóru tað Føroyar, sum vóru á odda fyrstu 15 minuttirnar, áðrenn póllendingar høvdu leiðsluna eitt stutt skifti. Tað komu nógv mál í báðum endum og sýndust liðini tíma betri at spæla álop enn verju. Í føroyska álopinum var Jónas Fossabrúgv serliga eyðsýndur, og vann hann nógvar dystir ein móti einum og gjørdi 5 mál. Tað gekk eisini væl hjá Teiti Poulsen Hellisdal at fáa mál á vinstra vongi, og gjørdi hann 6 í fyrra hálvleiki. Føroyska verjan stríddist allan hálvleikin, men sýndu póllendingar eisini góðsku í teirra spæli. Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum.

Føroyar fingu ein minni góða byrjan uppá seinna hálvleik. Tvey kiks í verjuni, tríggjar tekniskar villur, ein brendur kjansur og so vóru póllendingar frammanfyri við trimum. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá eftir 7 minuttir og fór liðið yvir at verja 5-1. Hetta hepaðist hampuliga væl, men riggaði verri í álopinum nú. Póllendingar vardu betri og gjørdist føroyska spælið alt meira leitandi. Eitt ótal av tekniskum villum og póllendingar struku avstað seinastu løtuna, har okkara royndu at satsa. Pólland vann 41-35.

Eftir dystin var Teitur Poulsen Hellisdal kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Teitur spældi sín besta dyst í kappingini og gjørdi hann 10 mál.

Dystargongdin: Føroyar – Pólland:
5 min. 4-3
10 min. 7-6
15 min. 11-10
20 min. 15-13
25 min. 17-16
30 min. 19-18
35 min. 22-23
40 min. 25-27
45 min. 28-29
50 min. 29-33
55 min. 31-36
60 min. 41-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 11(4)
Teitur Poulsen Hellisdal 10 (1)
Jónas Fossabrúgv 7
Gabriel Skeel Árnason 4
Brandur Debes Dánialsson 2
Hugin Halgirson 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 50 min., 8 bjargingar, 21%
Jákup Arngrímsson Müller, 10 min. 1 bjarging 11%