Tíðindaskriv/stigtakararnar
Týskvøldið 17. november 2026 kl. 19:00 verður stovnandi aðalfundur til eitt felag fyri tey, ið hava lungnasjúkur og avvarandi teirra.
Fundurin verður í hølunum hjá MEGD, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.
Vit vóna, at so mong sum gjørðigt vilja koma til fundin, so vit fáa eitt gott grundarlag fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur.