Hondbóltssamband Føroya
Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.
Høllin á Eiði var stúgvandi full til ungdómshondbólt av hæstu rók í dag. Nógv ferð var á spælinum og verjunarnar góvu seg fult út. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, men vóru tað íslendingar, sum høvdu stabilari spæl og drógu frá fram til hálvleiks, tá tað stóð 17-13. Í føroyska álopinum vóru tað aftur Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum vóru mest eyðsýndir, har hin fyrrnevndi eisini var toppskjútti við 11 málum. Okkara minkaðu um munin í løtum í seinna hálvleiki, og vóru bert trý mál á muni tá 8 minuttir restaðu av dystinum. Ísland økti tó aftur seinastu løtuna til endaliga úrslitið 31-25.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jónas Fossabrúgv 11
Filip Wardum Ragnarsson 4
Christian Dal Christiansen 3
Aron Magnussen 3
Danjal Maslyk 1
Marius Behrens 1
Johan Waagstein 1
Niclas Eirikstoft 1
Carl Christian Codron 1
