Hondbóltssamband Føroya
Komandi vikuna skulu føroysku U16-kvinnurnar kappast í European Open, sum verður leikt í Gøteborg.
Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Serbia, Georgia og Spania.
Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Mánadagin 29. juni
Kl. 11.00 Niðurlond – Føroyar
Kl. 16.00 Serbia – Føroyar
Týsdagin 30. juni
Kl. 13.00 Føroyar – Georgia
Kl. 19.30 Spania – Føroyar
Mikudagin og hósdagin verða millumumførini leikt og plaseringsdystir fríggjadagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara. Tað kostar 5 euro fyri alla kappingina.
Hesar manna U16-landsliðið:
Aleksandra Arge, Kyndil
Mia Blástein, VÍF
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Hervør Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Rannvá Heinadóttir, H71
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Sofía Sigurstein, Kyndil
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF
