Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2025 20:34

Tvøroyrar kommuna keypt gamla bjargingarbátin hjá SEK

Mynd: SEK

Umboð frá Sløkkiliðiðnum í Eysturkommunu vóru í dag í Suðuroy og á Tvøroyri, har teir handaðu gamla bjargingarbárin “Varðin” til nýggju eigararnar í Suðuroynni.

Tað er Tvøroyrar kommuna, ið eisini umfatar Hvalbiar og Fámjins kommunur, sum hevur keypt bátin, eftir at Sløkkiliðið í Eysturkommunu seint í fjør keypti annan og størri bát úr Norra.

Sí myndir frá í dag, tá ið báturin varð handaður.