Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Spenningur – bæði í botninum og um kappingina um 4. plássi – heldur sær enn. Hóast bæði NSÍ, AB og 07 Vestur kunnu draga frá B68 seinni í dag, og B36 kann fara heili 5 stig framum EB/Streym um teir vinna á AB á Argjum.
Fyrsti dystir í 22. umfari var leiktur á Svangaskarði í gjár, og tað endað i við javnleiki 1-1. Tað kundu hvørki B68 ella EB/Streymur brúka til tað stóra. Liðini áttu hvør sín hálvleik, har B68 kom á odda í 25 minutti tá Boubacar Sidik Dabo skoraði. Í byrjaniuni av seinna hálvleiki javnaði Bogi Reinert Petersen fyri EB/Streym. Seinna hálvleik sat EB/Streymur á mest sum øllum hóast B68 hevði ein stóran møguleika síðst í dystinum.
B68 liggur á 9. plássi beint undir niðurflytingarstrikuni við 18 stigum, meðan EB/Streymur liggur á 5. plássi við 31 stigum.
B68 – EB/Streymur 1-1
25’ Boubacar Sidik Dabo
48’ Bogi Reinert-Petersen
Deil á Facebook