Vørn upplýsir á heimasíðu síni, at tvey garnaskip hava havt brúk fyri sleipi seinastu dagarnar.
Týskvøldið fekk garnaskipið Oknin maskintrupuleikar, tá ið teir vóru staddir á Munkagrunninum. Brimil var ikki tøkur, tí hann samskipaði leitingina eftir monnunum á Kambi. Og tí vóru boð send eftir Samson hjá Mest. Teir komu á Runavík stutt áðrenn kl. 08.00 í gjáramorgunin.
Hósnáttina fekk garnaskipið Thor maskintrupuleikar á Fugloyarbanka. Tjaldið fór á staðið og sleipaði Thor á Havnina, har teir komu fyrrapartin í gjár.