Runavíkar Kommuna
Ann Fuglø er 55 ára gomul og er sett sum byggifrøðingur á Teknisku deild í kommununi.
Hon er útbúgvin byggifrøðingur frá Horsens tekniske skole í 1996.
Hon hevur yvir 20 ára royndir sum byggifrøðingur bæði í privatu vinnuni og seinast sum tekniskur leiðari í Eiðis kommunu.
Jenny Danielsen er 48 ára gomul og er sett sum samskipari á Teknisku deild.
Hon hevur útbúgving sum skrivstovufólk innan almenna fyrisiting. Harumframt hevur hon førleikament seg innan leiðslu og samskifti.
Hon kemur úr einum starvi í barnaverndartænastuni við Skálafjørðin seinastu fimm árini, og er eisini eitt kent andlit í kommununi, har hon hevur starvast í 11 ár.
Deil á Facebook