Badmintonsamband Føroya
Í samband við altjóða kapping, Small States of Europe, í heyst og oyggjaleikirnir komandi summar hevur Badmintonsamband Føroya skipað fyri dómaraskeiði.
Í samstarv við Badminton Danmark og við góðum stuðli frá oyggjuleikunum eru tveir altjóða dómarar, Michael Stehr og Jesper Hedam Larsen, komnir til Føroyar at undirvísa.
Seinastu tríggjar dagarnar hava tey 13 tilmeldaðu fingið undirvísing aftan á arbeiðstíð. Leygardagin var so praktiska royndin, har øll sluppu at royna seg.
Badmintonsambandið bjóðaðu øllum leikarum í feløgunum at spæla nakrar dystir. Hetta eydnaðist sera væl, og hýrurin var góður.
Á aðalfundi hjá altjóða badmintonsambandinum í vár, varð samtykt, at nú skuldi spælast 3 sett upp til 15. Hendan dagin varð hetta, fyri fyrstu ferð, roynt í Føroyum.
BSF vil takka øllum leikarum og luttakarum á dómaraskeiðnum, umframt Michael og Jesper fyri, at teir komu til Føroyar at hava skeiðið.