Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2023 11:10

Tveir trolarar fingu maskinbrek

Mynd: Recsue Lív sleipar Eysturbúgvan (Rescue Lív)

Sambært Vørn, so hava tveir trolarar havt maskinbrek seinastu dagarnar.

Mánanáttina fekk MRCC boð um, at partrolarin Safir hevði fingið maskinbrek eystanfyri Føroyar.

Danska verjuskipið Hvidbjørnen, sum hevur ligið á leiðini og havt eitt eyga við Paul Watson, sleipaði Safir á Leirvíksfjørð, har Tjørnunes og Arun síðani sleipaðu hann víðari inn á Klaksvík.

Og seinni sama dag fekk MRCC boð um, at trolarin Eysturbúgvin hevði fingið maskinbrek vestanfyri Føroyar. Eysturbúgvin varð tá staddur 40 sjómíl vestanfyri Mykines. Ziska sleipaði trolaran inn í Skopunarfjørð, har Rescue Lív tók yvir og sleipaði trolaran síðani inn á Havnina.