Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2026 10:28

Tummas Lykke Kannuberg í embæti í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

Mynd: Fólkakirkjan

Fólkakirkjan

Á felags kirkjuráðsfundi 26. mai 2026 innstillaðu kirkjuráðini í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi Tummas Lykke Kannuberg í embætið sum kirkjubókaførandi sóknarprest við sæti í Hvalvík.

Nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Tummas sum sóknarprest í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, ið fevnir um Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík.

Tummas varð prestvígdur í Viborg dómkirkju 9. oktobur í 2022, tá ið hann gjørdist sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm. Januar 2024 – mai 2024 var hann virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Síðani juni 2024 hevur Tummas verið í tíðaravmarkaðum starvi sum virkandi hjálparprestur hjá prósti í Nes prestagjaldi. Afturat uppgávuni sum hjálparprestur hevði Tummas gudstænastur í kirkjusóknum, ið taldu færri enn 400 fólk.

Tummas byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Ætlandi verður innsetingargudstænasta í Hvalvíkar kirkju 16. august.