Fólkakirkjan
Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi 22. august innstillaðu kirkjuráðini Tummas Kannuberg til tað tíðaravmarkaða embætið sum hjálpar prestur hjá próstinum.
Biskupur hevur samsvarandi innstillingini sett Tummas Kannuberg í starv hetta komandi árið, frá 1. september 2024 – 31. august 2025.
Talan er um eina royndarverkætlan.
Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Tummas Kannuberg – í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum – halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk.
Deil á Facebook