Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2024 21:25

Trygdin má vera í lagið!

Mynd: Rescue Lív

Rescue LÍV skrivar soleiðis á Facbook-vanganum:

Manningin á Rescue LÍV hevur endurnýggjað trygdarskeiðini

Hesar báðar seinastu leygardagarnar hevur manningin á Rescue LÍV verið norðuri á Sjónámi í Klaksvík og endurnýggjað trygdarskeiðini.

Altíð hugaligt at koma norður til Klaksvíkar og hitta dugnaligu og fryntligu starvsfólkini á Sjónámi.

Takk Jóan Magnus, Debes og Brandur fyri at skipa skeiðini leygardagar, so vit ikki missa fleiri arbeiðsdagar til hesi skeiðini. Hjá okkum er alt sjálvboðið, so tað hevur stóran týdning, at skeiðini kundu vera, tá vit annars ikki eru til arbeiðis.

Vit lærdu eina rúgvu og fingu nógv burturúr.