Polar Nataarnaq hjá reiðaríðnum Polar Seafood rendi leygardagin á eitt ísfjall sunnanfyri Grønland. Eingin mannskaði stórst av hendingini.
Polar Nataarnaq er nú komin til Føroya og liggur nú á Skála har hann skal umvælast.
Tað var annars tann 7. januar í ár, at ein samanstoytur var millum júst Polar Nataarnaq og trolaran Akamalik sunnanfyri Maniitsoq í Grønlandi. Tá fekk trolarin sjónligar skaðar har frammi, men kundi allíkavæl sigla víðari.