Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.10.2023 12:54

Tríggir SMYRIL-praktikantar

Teir tríggir,Niels Harald Michelsen, Salomon Skorastein og Niels Juul Arge (Mynd: privat)

Í gjárskvøldið vóru ikki færri enn tríggir praktikantar á brúnni á Smyrli, tá ið Niels Harald Michelsen, skipari legði at á Krambatanga.

Sjálvur var hann í praktik umborð á Smyrli í 1977, meðan Niels Juel Arge, núvernadi Strandferðslustjóri, var í 1982. Meðan Salomon Skorastein, er 15 ára gamal praktikantur úr Syðrugøtu, og sum kom umborð á Smyril í gjár.

Tað eru 41 ár síðani, at Niels Juel Arge núverandi Strandferðslustjóri, var í praktik á Smyrli, meðan tað eru 46 ár síðani, at skiparin á Smyril Niels Harald Michelsen, var í praktik á Smyrli.