Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.05.2026 20:33

Torkil Eli Ternustein vann Nordisk Trap í dag

Mynd: Eysturskot

Eysturskot

Nordisk Trap var hildið í dag tann 9.mai 2026 í Leirvík. Torkil Eli Ternustein gjørdist vinnari av kappingini.

Veðrið var so nøkulunda allan dagin, men úrslitini vóru ikki nakað at reypa av.

Eftir 100 tær fyrstu dúgvurnar hevði Torkil Eli Ternustein rakt 69. Nr. 2 var Jónstein Johannesen við 68 og nr. 3 var Alex Johannesen við 64 raktum dúgvum. Eirikur Elisson hevði rakt 63 og Kristian Johannessen hevði 62.

Eftir at finalan var skotin, endaði Torkil Eli Ternustein sum nr. 1 við 89 dúgvum.

Pápabeiggin hjá Torkil, Eirikur Elisson, endaði við silvur og 84 raktum. Nr.3 gjørdist Alex Johannesen við 82 raktum. Leggjast kann afturat at Torkil og Alex eru ferminingar.

A-bólkin vann Harry Mikkelsen við 79 dúgvum, einans 3 dúgvur frammanfyri Áslak Johannesen sum vann silvur. Nr.3 gjørdist Jógvan Linklett við 71 dúgvum.

Hjartaliga tillukku allir samlir, og túsund takk fyri eina góða og spennandi kapping

Myndir: Eysturskot

Spjaldur