Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.01.2025 23:42

Torbjørn heldur áfram sum formaður

Runavíkar kommuna

Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði. Roðin er samstarvið á eldraøkinum millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin – Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur. Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt hesi í stýrið:

Fyri Sjóvar kommunu: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri
 Drós Ellingsgaard
Fyri Nes kommunu:Súni í Hjøllum, borgarstjóri
 Elin á Torkilsheyggi
Fyri Runavíkar kommunu:Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
 Sigrun Jónsveinsdóttir
 Jógvan Andersen
 Arnfinn Langgaard
 Johan Vest

 Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í dag, hevur stýrið skipað seg. Tórbjørn Jacobsen verður formaður og Hans Anders Jacobsen næstformaður í setuni, sum sjøtul nú er settur á. Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.