Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2026 12:29

Tónlistaskúlin á konsertferð í Leirvík

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Fríggjadagin var tónlistaskúlin í Eysturkommunu á konsertferð í Leirvík. Talan var um 13 útvaldar næmingar í 4., 5. og 6. flokki, ið framførdu á klaver, gittara, floytu og violin.

Dagurin byrjaði við at leggja leiðina til Leirvíkar at framføra fyri næmingum og lærarum í Leirvíkar skúla. Eftir hetta gekk leiðin niðan í dagstovnin Brúsa, har framført var fyri børnum og starvsfólkum á stovninum. At enda fingu næmingarnir ein góðan bita í Bovling í Leirvík, saman við undirvísarunum.

Næmingarnir vitja av og á skúlar og dagstovnar í kommununi og framføra fyri teimum. Hetta var fyrstu ferð, at tónlistaskúlin fór á eina konsertferð og tað ætla tey heilt sikkurt at gera meira av. Jón Eliassen, leiðari á tónlistaskúlanum, sigur frá, at ein slík konsertferð er bæði gevandi og mennandi musikalskt og sosialt. Nógvir næmingar ganga til soloundirvísing, tí hevur tað týdning, at tey hitta hvønn annan og spæla tónleik saman. Hetta styrkir ikki bara teirra musikalsku førleikar, men eisini felagsskapin og samanhaldið í tónlistaskúlanum.

Árliga næmingakonsertin hjá tónlistaskúlanum í Eysturkommunu verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla tann 8. desember 2026. Nærri kunning um konsertina verður løgd út seinni.  

Spjaldur