Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2026 10:37

Nýggjur Støkksangur

Fimleikafelagið Støkk

Í sambandi við at Støkk fyllir 60 ár tann 23. novembur er ein nýggjur Støkksangur komin út, sum nakrir av okkara bestu tónleikarum í nærumhvørvinum hava staðið fyri.

Niclas Johannesen hevur gjørt orð og lag og framleitt, Edmund Jacobsen syngur saman við fleiri fittum støkkarum, og Óli Poulsen hevur staðið fyri ljóðblanding og mastering.

Nýggi Støkksangurin liggur á Spotify: https://open.spotify.com/track/0GBC7MgyLv4Giy9kUj4xFn

Síggj fitta sjónbandalagið her