Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2022 21:01

Tøk pláss í kvøldskúlanum – Sjóvar Kommuna

Mynd: Savnsmynd

Enn eru fleiri tøk pláss til flestu skeiðini, sum Stranda Kvøldskúli bjóðar í vetur.

Hví ganga á kvøldskúla?

Umframt lærdóm innan ávísu fakini, geva flestu skeið á kvøldskúlaskránni møguleika fyri at luttaka í einum góðum og hugnaligum felagsskapi. Hesi bæði í felag eru grundarsteinarnir í kvøldskúlanum. Sostatt er hesin pallur ein gyltur møguleiki at menna seg sosialt, kognitivt, krops- og handaliga. Ongi krøv skulu lúkast fyri at luttaka. Øll, sum vísa áhuga, kunnu melda seg til.

Stranda kvøldskúli hevur í vetur 16 ymisk skeið á skránni. Fleiri av skeiðnum eru afturvendandi, men eisini eru nøkur nýggj skeið á skránni, so sum “Barsilsseymiskeið“, “Smíð fyri eldri“, “Svimjing fyri fólk við rørslu- og menningartarni” og “Trummu undirvísing“.

Flestu skeið vara frá heystfrítíðini til páskirnar, men eisini er tvey vikuskiftisskeið á skránni hesuferð. Annað vikuskiftisskeiðið er “Seyming” og hitt “Virka hosubond og bregda bond“.

Øll skeiðini síggjast her, saman við upplýsingum um tilmelding, luttøkugjald v.m.

Stranda kvøldskúli bjóðar ungum sum eldri vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár við nógvum fjølbroyttum og spennandi skeiðum.