Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2023 12:48

Toftamaður til Pólands

Mynd: Miejski Klub Sportowy Chojniczanka

Ungi, sterki og hávaksni miðverjin, toftamaðurin Andrias Edmundsson, hevur skriva ein 1 ára sáttmála við pólska felagið Miejski Klub Sportowy Chojniczanka, sum spælir í triðbestu deildini í Póllandi.

Andrias Edmundsson hevur seinastu árini leikt fyri spanska felagið Águilas FC. Men tann sáttmálin gekk úti fyri eini tíð síðani.

Andrias er 22 ára gamal og hevur leikt 2 skrásettar A-landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur áður umboða feløguni; Águilas FC, Sunderland og B68.