Hondbóltsfelagnum Tjaldur hevur fingið nýggjan høvuðssamskipara til hetta kappingarárið.
Talan er um Hendrikur Davidsen sum er uppvaksin í Æðuvík og hevur spælt nógv ár við Hondboltsfelagnum Tjaldur.
Uppgávan hjá honum sum samskipara verður at vera bindilið millum felagið og HSF, at skipa kappingarnar, sum eru á heimavølli og at seta dómarar til heimadystirnar.
Eisini kemur hann at samstarva við samskipararnar, sum hvørt liðið hevur kring landið.
Tjaldur sigur soleiðis um nýggja høvuðssamskiparan: Vit eru sera fegin um, at hann hevur tikið hesa uppgávuna á seg, tí hetta er ein lyklauppgáva í felagnum.
Í sama viðfangi vilja vit fegin, at øll taka væl ímóti honum og geva eina hjálpandi hond, tá tørvur er á tí. Vit mugu øll lyfta Tjaldur á flog saman.
Tað er brúk fyri nógvum fólki, tá kappingarnar koma í gongd. Tí er gott, um fólk gera vart við seg og bjóða seg fram til ymsu uppgávurnar. Komið og hjálpið til í einum sunnum felagskapi.