Í gjáramorgunin kl. 05.30 fekk vaktarskipið Brimil eina fráboðan um, at ein trolari, sum var staddur sunnanfyri, tørvaði sleip.
Tjaldið var sent avstað og sleipaði trolarin á Havnina.
Tað tók nakað yvir 13 tímar frá tí at fráboðanin kom inn, til trolarin lá við bryggju á Havnini.