Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2023 09:39

Tjaldrið sleipaði fiskiskip á Klaksvík

Tjaldrið (Savnsmynd: Eysturoyarportalurin)

Í gjár kl. 16.25, fekk MRCC fráboðan um, at eitt fiskiskip hevði brúk fyri sleip. Fiskiskipið var tá statt góðar 50 fjórðingar eystanfyri Føroyar.

Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið var sent avstað. Og tók tað gott 14 tímar, frá tí at boðini komu inn, til Tjaldrið var á Klaksvík við fiskiskipinum.