Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2023 17:53

Tjaldrið sleipaði Ango á Fuglafjørð

Tjaldrið (Savnsmynd: Eysturoyarportalurin)

Í gjár vóru boð send eftir bjargingarskipinum Tjaldrinum, tí at uppisjóvarskipið Ango hevði fingið um skrúvuna norðanfyri Føroyar. Ango royndi tá eftir makreli.

Tjaldrið fór avstað um 14.00 tíðina í gjár og var á Fuglafirði kl. 09.00 í morgun við Ango.