Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.05.2023 13:01

Tiltøk til Útivikuna 2023 – Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

Útivikan í Sjóvar kommunu verður dagarnar 22. til 29. mai. Eins og undanfarin ár skipar kommunan – saman við borgarum – fyri ymiskum uttandura tiltøkum á útivikuni. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og skráin byrjar at taka skap.

Í ár er ætlanin tó at taka okkara borgarar meir við í fyrireikingina enn áður. Um tit tí hava eitthvørt tiltak, sum tit halda kundi komið á skránna fyri útivikuna, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.

Tað er als ikki neyðugt, at tiltakið er stórt og samlar nógv fólk. Heldur ynskja vit fleiri smærri tiltøk á skránna. Hetta kundi verið styttri ella longri gongu-, renni-, ella súkklutúrar, spøl, venjingar ella okkurt heilt annað. Krøvini til tiltøkini eru bert, at partur av teimum er uttandura, og at ein fyriskipari er til tiltakið.

Ynskiligt er, at skráin fyri útivikuna verður størri og fjølbroyttari enn undanfarin ár. Tí vóna vit eisini, at undirtøkan at bjóða seg fram, fevnir um allar bygdir í kommununi.