Tilmelding til frítíðarundirvísingina er opin frá í dag, 31. august kl. 10.00 til 6. september kl. 15.00.
Í ár hevur Sunda kommuna ment eina nýggja tilmeldingarskipan til frítíðarundirvísingina. Hetta er ein skipan í líkist vanligu nethandlunum. Tað vil siga at tú koyrir tey skeið, tú ynskir at luttaka á, í eina innkeypskurv, tøppar inn samskiftistupplýsingar og síðan verður tú beind/-ur víðari til eina gjaldsskipan. Luttøkugjaldið skal gjaldast beinanveg, so hav gjaldkortið hjá tær tá tú meldar til. Øll tilmelding er persónlig og bindandi.
Tilmeldingin fer fram á https://skeidir.sunda.fo
Tilmeldingin byrjar í dag, 31. august kl. 10.00 og er liðug 6. september kl. 15.00.
Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.
Eitt hold verður avlýst, tá færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.
Pensionistar gjalda hálvt gjald.
Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda alt tilfar.
*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Er pláss tókt er møguligt hjá øðrum at luttaka.
Deil á Facebook