Tíðindaskriv
Síðani 2007 eru 19 fólk druknaði, sambært Hagstovu Føroya. Alsamt fleiri sløkkilið hava viðurkent, at tilbúgvingin innan hetta økið eigur at verða styrkt
Sløkkilliðini í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn hava gjørt íløgur í útgerð og útbúgving av tilbúgvingarfólki, soleiðis at átøk í samband við druknivanlukkur kunnu avgreiðast í teirra øki. Í heyst verður aftur møguleiki hjá starvsfólkum í Føroysku Tilbúgvingini, at útbúgva seg innan kavaratilbúgvingina.
Á myndunum síggja vit eitt kavara-toymi frá Tórshavnar Sløkkiliðið arbeiða við ymiskum uppgávum, í samband við teirra útbúgving innan bjargingarkaving.
Kavararnir frá Tórshavnar Sløkkiliðið vóru Andras Hammer, Høgni Dam, Rógvi Danielsen og Martin Sivertsen ..
Deil á Facebook