Minningarorð
einaferð hava svarað tveimum spurningum nakað soleiðis:
– Hvat er tín størsta styrki? – Optimisma!
– Hvat er tín størsti veikleiki? – Optimisma!
Og hetta lýsir helst Jógvan Sundstein væl. Øll, sum hava samstarvað við hann, upplivdu hann sum ein positivan mann og hava gott at bera honum. Hann var ein bjartskygdur, rætthugsandi og álitisvekjandi persónur, sum dugdi at virðismeta dygdirnar hjá sínum samstarvsfeløgum og eisini at hava góð persónlig viðurskifti við politiskar mótstøðumenn, og hann hevði áhuga fyri at arbeiða tvørtur um floksmørk.
Í áhugaverdu endurminningum sínum, ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð”, sum kom út í 2008, sigur Jógvan m.a.: ”Eg havi onkuntíð sagt, at um eg av nýggjum stóð yvir fyri valinum, um eg skuldi verið grannskoðari burturav ella politikari burturav, so hevði eg valt tað politiska starvið. Sjálvt um tað er eitt harðbalið lív og hevur nógvar persónligar ákoyringar við sær, so hevur ein alla tíðina kensluna av, at arbeiðið hjá einum ikki er til fánýtis. Fortreytin er sjálvandi, at ein arbeiðir fyri samfelagið, og at ein hevur eitt hugsjónarligt grundarlag at byggja á.”
Jógvan hevði orðið í síni makt, var sera gløggur, og hann var altíð greiður, sakligur og siðiligur, og hann hevði eisini eitt greitt hugsjónarligt grundarlag, sum fyrst og fremst var einar sjálvstøðugar Føroyar, sum skuldu byggja sína tilveru sum land á persónligt frælsi og sosialt rættvísi. ”Eg havi altíð roynt at virka fyri sosialum rættvísi, at tey, sum hava hjálp fyri neyðini, eisini fáa hana”, skrivar hann einastaðni.
Jógvan Sundstein var eisini ein gudsóttandi maður, og tað er vakurt og hugvekjandi, nú hann er farin, at lesa hesi orðini í minningarorðum hansara:
”Fyri mær hevur tað altíð verið soleiðis, at í Guds eygum hava øll menniskju sama virði og eru umfatað av kærleika hansara. Mín gudstrúgv er ein tøkk til hansara fyri frelsuna og atgongdin til at koma til hansara í bøn. Hetta er mín persónligi forrættur, og skal eg her viðganga, at eg brúki hann hvønn dag. Ikki minst ta tíðina, eg var í landsins stýri, serliga tey fýra árini í landsstýrinum, tá illa stóð til, fekk eg, tá eg bað, tað svar frá Harranum: ”Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður” (Es. 9,1). Hetta var mítt álit og er tað framvegis.”
Vit í Fólkaflokkinum vilja við hesum fáu orðum takka Jógvani Sundstein fyri arbeiði hansara fyri flokkin, og vit drýpa høvur og minnast við takksemi stóra arbeiði hansara Føroya fólki og landi at frama.
Ærað veri minni hansara.
Fólkaflokkurin
Deil á Facebook