Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2026 17:21

Bakkafrost: Góður rakstur og kappingarførir karmar tryggja framtíðar virðisskapan

Savnsmynd: Eyp.fo

Tíðindaskriv/ Bakkafrost

Góður rakstur, góð lívfrøði og burðardygg framleiðsla eru grundarlagið undir varandi virðisskapan hjá Bakkafrost – eisini í einum krevjandi marknaði. Hetta var høvuðsboðskapurin hjá nevndarformanninum, Rúna M. Hansen, á aðalfundinum hjá Bakkafrost í dag.

Á aðalfundinum legði nevndarformaðurin dent á týdningin at menna felagið á ein skipaðan og burðardyggan hátt. Fimm-ára ætlanirnar, sum Bakkafrost hevur arbeitt eftir síðani 2013, hava verið ein hornasteinur í hesum arbeiði. Tær hava skapt gjøgnumskygni fyri bæði samfelag og partaeigarar, og tær vísa greitt, hvørjar íløgur eru neyðugar fyri at menna felagið framyvir.

Bakkafrost arbeiðir í løtuni við einari langtíðar íløguætlan upp á 5 milliardir krónur fyri tíðarskeiðið 2026–2030. Allar íløgur hava sama endamál: at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan og gera Bakkafrost enn meira kappingarført.

Tað er umráðandi at undirstrika, at Bakkafrost kappast á einum altjóða palli. At vit standa okkum væl í hesari kappingini merkir, at størri virðir verða skapt bæði til felagið og til samfelagið rundan um okkum. Vit, sum hava ábyrgd av felagnum, mugu gera okkara ítarsta fyri at hava eina so munagóða og burðardygga framleiðslu sum gjørligt. Okkara dugnaligu starvsfólk eru tey, sum gera hetta møguligt hvønn dag. Samstundis mugu politikarar miðja ímóti at tryggja kappingarførar karmar fyri vinnuna. Miseydnast eitt av hesum, tapir samfelagið.

Tá ið kjarnuvirðini hjá Bakkafrost verða umrødd, verður stórur dentur lagdur á at vísa ábyrgd. Hetta merkir eisini at hugsa fram í tíðina á bæði búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum økjum.

Fíggjarliga úrslitið fyri 2025

Árið 2025 var merkt av stórum sveiggjum í marknaðinum. Altjóða laksaútboðið vaks meira enn væntað, serliga í Norra og Kili, sum hevði við sær eitt trýst á laksaprísirnar, serliga fyrra hálvárið.

Samlaði umsetningurin hjá felagnum var 7,0 milliardir krónur, og rakstrarúrslitið var 888 milliónir krónur. Úrslitið eftir skatt gjørdist 524 milliónir krónur. Hóast úrslitið er lægri enn árið fyri, skal tað síggjast í ljósinum av teimum lægru miðalprísunum á laksi.

Rakstrarliga vóru úrslitini sera góð í Føroyum, har felagið hevði metgóð lívfrøðilig úrslit. Í Skotlandi sóu vit eisini týðandi framstig í gongdini móti størri smolti og betri framleiðslu.

Hetta staðfestir, at góður rakstur, góð lívfrøði og burðardygg framleiðsla eru grundarlagið – eisini tá marknaðarumstøðurnar eru krevjandi.”

Nevndarformaðurin takkaði til seinast, vegna alla nevndina, leiðslu, starvsfólkum og partaeigarum fyri stuðulin í 2025.

Aðalfundarfrásøgn er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Spjaldur